top of page

Frágreiðing formansins 2025/26

Síðan seinasta aðalfund ið var 9 mars í høvdu vit lagt at eina arbeiðsætlan


Tann sera væl eydnaða heilsurenningin, sum vit hava saman við Bragdinum var aftur á skránni 25. Apríl. Hóast tað var nakað roks við tjaldinum, so kom tað upp at standa og stóð trygt og gott allan dagin. Nógv fólk komu at vitja í tjaldinum at fáa sær drekkamun, og í miðal lótu tey flestu uml. 100,- antin við kontantum ella við terminalinum.


Fór Sclerosufelagið avstað klokkan 4 um morgunin saman við umleið 30 av okkara limum og avarandi til Albir í Spania. Eftir umleið 4 tímar í luftini og 40 min í bussi komu vit á hotelli.

Mangt undirhald var hvørt kvøld eitt nú var Hilmar Jan Hansen og Kristina Bærentesen og undirhildu. Útferðir blivu gjørdar at vitja eina appelsin plantagu, vit vóru til øl smakking á einum lokallum bryggjaríi. Skjótt var at koma oman á strondina og stutt var til alskyns handlar, matstovir og kafféir og alt var lætt atkomuligt.

Øll hava verði positiv við aftur meldingum og vóna at felagið ger eina sovorna útferð aftur.

Vit vóru til Guðstænastu í Christianskirkjuni, Henning Bøgesvang var prestur.

Eftir Gudstænastuna fingu vit eina forteljing um kirkjuna og listarverkini í kirkjukjallaranunum hjá Edward fuglø ”Jesus úr Nazaret”

Heðin Askham og Erla Mortensen framførdu 2 sangir fyri okkum í kirkjuni.

At enda fingu vit ein betri bita í matstovuni Gepetto.


Jólahugnin bleiv í fjør hildin ár Hotel Hafnia høvdu vit jólahugna fyri limum og teirra avarandi. Har bleiv borðreitt við dunnulærið, við svisku/súreplakompotti, heimagjørdum reyttkáli, brúnum eplum, rómaeplum og sós. Lusiagongd, søga, sangur frá dreingjakórinum undir Brúnni og lutaseðlar var eisini á skránni. Síðani kom jólamaðurin eisini á vitjan við pakkum til børnini.


Vóru vit í felagnum til móttøku í felagshúsinum hjá Bragdinum, har ið nevndin í Bragdinum handaði Sclerosufelagnum stuðulin frá flaggdagsrenningini 2025. 12.400 kr.


Vóru nøkur av nevndini og handaði prísin til Ársins sjálvbodna í Sclerosufelagnum.


Ársins sjálvbodni 2025 bleiv Petra Nysted

Comments


bottom of page