top of page

Hvat er sclerosa?

Sclerosa (MS) er ein kronisk sjúka, sum loypir á høvuðsnervaskipanina.

Tey sum fáa sclerosu hava eina immum verju, sum loypur á nervalagið í kropppinum. Vanliga hjálpur immumverjan okkum at berjast í mótur virus og bakterium. Men tá ein hevur sclerosu, so loypur immumverjan eisini á tær góðu kyknunar (sellur) í kroppinum.

​

Tær kyknur sum vera álopnar tá ein hevur sclerosu, sita í sentralnervasysteminum. Sentralnervasystemi er heilin, mønuni og sjón nervunum. Hesi taka í móti boðum og senda boðini víðari í kroppinum.

​

Tá sentralnervasystemi verður álopi kemur bruni í tær kyknurnar sum gera myelin, ið verja nervarnar. Tá nervarnir vera skaddir verður tað kalla 'plak' í sentralnervasysteminum. Tá ið plak setir seg á sentralnervasystemi, kunnu nýggj árin ella árin sum hava veri fyrr følast at kroppinum. Hetta kallast fyri eitt 'attak'.

​

Sjúkan er ymisk frá persóni til persón, og tí kunnu nøkur vera verri fyri enn onnur. Og nøkur merkja ikki nógv til sjúkuna.

TƁ IƐ EIN FƆR STAƐFEST MS, ER VANLIGT AT EIN KANN MERKJA TIL:

  • Nógvir tankar

  • Nógvar kenslur samtíðis

  • Eina kenslun av ikki at vera í sær sjálvum

  • Órógv, hjartabankan, svimbul og kvalma

  • Svøvntrupulleikar

  • Dapurleika og máttloysi

  • Vreiði

MONG UPPLIVA SJÚKAN SUM EIN SKELK

Fyri mong kann sjĆŗkan koma, sum ein skelkur. Taư kann vera rƦưandi at hava eina kenslu Ć­ kroppinum, sum ein ikki kennur til og ikki kann merkja um frammanundan.
Tú kanst ímynda tær, at tú brÔdliga fært eitt nýtt grundarlag undir tær. Hóast sjúkan rakar Ô ymiskan hÔtt, so kann hetta fÔa broytingar Ô gerandisdagin.

STERKAR ELLA ONGAR ƁVIRKING ER VANLIGT

Tað er ymiskt hvussu MS vísir seg hjÔ tí einstaka og hvussu tað ikki vísir seg. Og bæði tvey eru vanlig. Og ein verður noyddur at læra seg at liva við tí.

TAƐ TEKUR SƍNA TƍƐ, AT LIVA VIƐ MS

At byrja við fyllur MS alla tíðina. Møguliga er tað fyrsta ein hugsar um tÔ, ein vaknar og til ein fer til songar. Men við tíðini kemur MS ikki at fylla tað stóra, og ein byrjar at liva við sjúkuni, í staðin fyri at sjúkan er miðdepilin av lívinum.

TOSA VIƐ ONKRAN UM TƍNAR TANKAR

Tað er týdningarmikið, at tú fært tosa um tínar tankar og kenslur. Hvussu tú ímyndar tær at sjúkan fer at raka teg.
Men tað kann vera torført at seta orð Ô, og hetta kann broytast tíma fyri tíma.

Ger okkurt sum fær teg at føla teg gott td. gakk ein túr, íðka, eta ein ís ella okkurt heilt annað.
ƍ hesari tƭư hevur tĆŗ tĆørv Ć” umsorgan bƔưi frĆ” tƦr sjĆ”lv-ari/um og tĆ­num umhvĆørviư.

Um tú følir teg eina og tú ikki hevur nakran at tosa við, so kundi tað verði gott fyri teg at tosa við onkran uttanveltaðan.
Tað kann vera tildømis vera tín lækna ella ein sálarfrøðing.

Felagið bjóðar limum sínum atgongd til sálarfrøðing, báði í Føroyum og Danmark(Hetta er umvegis telefon ella teldupost).

​

​Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við felagið, antin umvegis telefon ella teldupost.

BIÐ UM HJÁLP, UM TÚ ONGAN HEVUR AT TOSA VIÐ.

bottom of page