Gerst limur
Sum limur í Sclerosufelagnum fært tú atgongd til ókeypis tænastur.
Sclerosufelagið er ein deild hjá tí danska Scleroseforeningen.
Av tí sama umsitur Scleroseforeningen limaskapin hjá okkum.
Við at vera ein partur av Scleroseforeningen hava limir okkara nógvar ágóðar.
Møguleiki er at seta seg í samband við
-
Sosialrágeva,
-
Sálarfrøðing,
-
Neurolog
-
50% avsláttur í Dronningens Ferieby í Grenaa
-
Allir limir fáa blaðið ”Lev med sclerose”.
Árliga plagar Sclerosufelagið, at hava útferðir, fyrilestrar, sum eru viðkomandi fólkum við Sclerosu.
Melda teg til sum lim umvegis heimasíðuna hjá Scleroseforeningen.
Fyrsta gjaldið fer umvegis gjaldskortið.
Tá tú hevur útfylt frymilin og goldið, fært tú eitt bræv frá Scleroseforeningen.
Í hesum brævið fært tú títt limanummar upplýst.
Eftir tað er neyðugt at stovna eina fasta PBS flyting.
Hetta kanst tú gera umvegis netbankan ella við at seta teg í samband við tín peningastovn.
Nets-nr : 01233920
Debitor gruppe nr. 02160
Kundanummar: xxxxxx (Títt limanummar)
Limagjaldið fellur til gjaldingar í februar á hvørjum árið.
Ert tú í iva, so set í samband við okkum.
