top of page

Stuðul latin Sclerosufelagnum

“Hugnalig móttøka var í felagshúsinum í dag, tá Bragdið handaði Sclerosufelagnum stuðulin frá flaggdagsrenningini 2025.

Á flaggdegnum ber til at renna og ganga. Luttøkugjaldið til heilsurenningina fer óskert til Sclerosufelagið og haraftrat ber til hjá øllum at stuðla við einari upphædd til felagið.


Flaggdagsrenningin er elsta kapping og ofta hevur luttøkan verið sera stór.

Karmarnir eru góðir, eisini síðani flutt bleiv av Vaglinum longur oman á Kongabrúnna.

Í 2019 byrjaði samstarvið við Sclerosufelagið um flaggdagsrenningina, hetta fyri at fáa enn fleiri fólk at luttaka og gera tiltakið meira sjónligt, bæði fyri rennarar og gongufólk.

Sclerosufelagið er sjónligt niðri á Kongabrúnni, beint við startin og málið. Sclerosufelagið hevur telt og bjóðar til prát og drekkamunn og har koma nógv fólk á vitjan.

Vit halda fram við samstarvinum og gleða okkum til næstu flaggdagsrenning.”


ree

 
 
 

Comments


bottom of page