Ársins sjálvbodni 2025
- Sclerosu felagið
- Mar 19
- 1 min read
Sclerosufelagið hevur aftur í ár fingið eitt ”smiley” frá Scleroseforeningen, also eina vakra kúlu úr træ at handa einum, sum felagið metir hevur uppiborðið tað.
Nevndin í Sclerosufelagnum hevur gjørt av at lata Petru Nysted heiðurin at fáa hesa snøggu trækúluna við takksama smiley andlitinum.
Petra Nysted er í so nógvar mátar ein góður ambassadørur fyri Sclerosufelagið og fyri øll okkum, sum á ymiskan hátt eru ávirkað av sjúkuni Multiple Sclerosu, eisini stytt MS.

Petra Nysted arbeiddi fyrr í Norðoya Sparikassa, og tók tá á seg í fleiri ár at vera kassameistari í nevndini hjá Sclerosufelagnum.
Petra hevur eisini fleiri ferð tikið á seg, alment at fortelja sína persónligu søgu um, hvussu tað er at liva við einari kroniskari sjúku sum sclerosu. Millum annað bæði á Sclerosuhospitalinum í Haslev í Danmark, til café tiltak á Býarbókasavninum í Tórshavn, og fyrr í ár til samkomutiltak hjá KFUK.
Takk Petra fyri tín altíð stóra vælvilja og á ymiskan hátt at geva av tær sjálvari til frama fyri okkum, ið hava ella eru avvarðandi at einum við MS.




Comments