Jólahugnin 23. november kl. 14:00 2025
- Sclerosu felagið
- Oct 27
- 1 min read
Updated: Nov 7
Sclerosufelagið vil við hesum bjóða limum og teirra avarandi til jólahugna sunnudagin 23. november kl 14.
Freistin at melda seg til hósdagin 20. november kl 12.00
Í ár verður jólahugnin hjá felagnum hildin á Hotel Hafnia.
Vit fara at hugna okkum við Lusiagongu, søgu, sangi og lutaseðlum.
Á matskránni fara vit at fáa dunnulær við svisku/súreplakompotti, heimagjørdum reyttkáli, brúnum eplum, rómaeplum og sós
Omaná verður mandlurís við karamellsós, kirsuberjasós og saltaðum mandlum.
Til børnini verður kjøtfrikadellur, kips, grønmetisstavar og ketsjupp.
Omaná fáa tey smarties-ís.
Við vón um góða undirtøku, heita á tykkum boða frá luttøku.
Við jólaheilsu,
Nevndin í Sclerosufelagnum





Comments