Kom við Sclerosufelagnum til Albir í Spania
- Sclerosu felagið
- 1 hour ago
- 1 min read

Sclerosu-treff við Sólorku - týsdag 18. mai til týsdag 25. mai 2027
Sólorka til Spania, várvikan 2027, sí www.solorka.fo
Góði limur
Sclerosufelagið skipar á øðrum sinni fyri einum túri við Sólorku til Albir. Túrurin er fyri tær og tínum.
Tilboðið umfatar:
Beinleiðis flúgving við mati umborð úr Vágum til Alicante, Spania t/r
Móttøka á flogvøllinum í Alicante
Busskoyring t/r millum flogvøllin og hotellið í Albir
Móttøka á hotellinum og kunningarfundur
Gisting sjey nætur í Albir Garden Resort -sí www.albirgardenresort.com - við fullari pensjón*
Undirhald og onkur útferð er við í prísinum
Hjálpartænasta á føroyskum allan sólarringin líka úr Vágum og aftur í Vágar
Hjálpartól eftir tørvi – vinarliga kunnað um møguligan tørv so tiðliga sum til ber
Check-in hjálp á flogvøllinum við heimferð.
Kostnaður úr kr. 10.300 fyri hvønn, um tvey gista saman
Eykagjald er fyri einakamar, superiorkamar og fyri all-inclusive*
*Full pensjón merkir: Morgundrekka, miðmála og døgurða við drekkivørum
*All-inclusive merkir: Full pensjón við drekkivørum + snack og drekkivørur allan dagin
Møguleiki er eisini at keypa aðrar útferðir.
Sclerosufelagið veitir 5.000,- kr. í stuðli til hvønn lim við sclerosu.
Tilmeldingarfreistin er 24. september 2026. Depositum skal gjaldast í desember 2026.
Tilmelding fer fram við at ringja til Sclerosufelagið á 59 87 83 ella við t-posti sclerosufelag@sclerosufelag.fo
Til ber at síggja ein bókling sum pdf her.
Blíðar heilsur
Sclerosufelagið




Comments