top of page

Sclerosufelagið fer við Sólorku

Updated: 1 day ago

Góði limur


Sclerosufelagið saman við Sólorku skipar fyri einum uttanlandstúri í eina viku til Albir í Spania. Sólorkutúrurin er ætlaður tær og tínum.


Túrurin verður væntandi frá týsdegnum 20. til týsdagin 27. mai 2025.

Sí eisini myndir og meira kunning á www.solorka.fo og www.solorka.fo/solvikur


Kostnaðurin er 9.900 kr. fyri hvønn, tá tvey gista saman.

Fyri einakamar kemur eitt eykagjald.


Sclerosufelagið veitir 5.000 kr. í stuðli til hvønn lim við sclerosu.

Við í prísinum er:


  • Beinleiðis flúgving úr Vágum til Alicante t/r við mati umborð

  • Móttøka í floghavnini

  • Busskoyring t/r til hotellið í Albir

  • Móttøka á hotellinum og kunningarfundur

  • Gisting í Albir Garden Resort við fullari pensión, tó uttan drykkivørur – sí www.albirgardenresort.com (møguligt er at keypa all-inclusive fyri eitt eykagjald)

  • Undirhald og onkur útferð er við í prísinum

  • Hjálpartænasta á føroyskum allan sólarringin líka úr Vágum og aftur í Vágar

  • Hjálpartól eftir tørvi – vinarliga kunna um møguligan tørv so tiðliga sum til ber

  • Check-in hjálp í floghavnini við heimferð


Tilmeldingarfreistin er 1. november 2024.


Depositum skal gjaldast í desember 2024.


Tilmelding fer fram við at ringja til Sclerosufelagið á 59 87 83 ella við telduposti sclerosufelag@sclerosufelag.fo.

88 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page