top of page

Aðalfundur og 30 ára føðingardagur

Fundurin varð hildin í MBF húsunum. Møtt vóru 21 fólk umframt tríggir gestir úr Scleroseforeningen i DK.

Marianna Simonsen, sum hevur verið nevndarlimur í nógv ár, ynskti at leggja frá sær. Vit takka Mariannu fyri tað stóra arbeiðið, sum hon hevur gjørt í felagnum. Vit koma at sakna hana og ynskja henni alt tað besta.

Næstformaður og kassameistari stóðu fyri vali. Krista Hvannastein var afturvald sum næstformaður og Petra Nysted bleiv afturvald sum kassameistari.

Peter J. Jensen og Jonhild Kjærbo vóru vald sum nýggir tiltakslimir og vit ynskja teimum at vera hjartaliga vælkomin í nevndina og gleða okkum at arbeiða saman við teimum.


Formansfrágreiðingin kann lesast her


Aftaná fundin var fyrilestur við Peter Kauffeldt, sum er formaður í Scleroseforeningen í DK undir heitinum:

"Hvor kom vi fra - og hvor er vi på vej hen". Hann greiddi frá søguni um MS.


Fundurin var samstundis 30 ára føðingardagur felagsins, so vit fingu kaku o.a. og fundurin endaði við einum góðum bita eisini.


Síðani aðalfundin hevur nevndin havt fund og hevur skipað seg soleiðis:

Mogens Eriksen, formaður

Krista Hvannastein, næstformaður

Katrin Lindberg Hansen, skrivari

Petra Nysted, kassameistari

Annika Festirstein, nevndarlimur

Peter J. Jensen, nevndarlimur

Súsanna Laksáfoss, tiltakslimur

Jonhild Kjærbo, tiltakslimur


5 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page