top of page

45 ára føðingardagur og aðalfundur 14. apríl kl 15:00

Updated: Apr 11


Sambært nevndarsamtykt verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 14. apríl kl. 15:00 á Hotel Klaksvík Víkavegur 38 í Klaksvík.


Í ár fyllir Sclerosufelagið 45 ár. Hetta fara vit at hátíðarhalda við smyrjibreyði og lagkøku.


Skrá sambært viðtøkunum. Viðtøkurnar kunnu síggjast á heimasíðu felagsins, sí hesa leinkju www.sclerosufelag.fo/vidtokur.


Skrá


  • Val av fundarleiðara

  • Frágreiðing formansins

  • Uppskot um arbeiðsætlan

  • Góðkenning av roknskapi

  • Túrur til Spania í maj 2025 við Sólorku

  • Innkomin mál

  • Val av nevndarlimum (í ár formaður og tveir nevndarlimir)

  • Val av tiltakslimum

  • Val av grannskoðara

  • Ymiskt


Mál at taka  upp á aðalfundinum skulu vera send  felagnum á sclerosufelag@sclerosufelag.fo minst tvær vikur áðrenn fundin.


Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin. Um onkur hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk og annað sjálvboði arbeiði, ber til at boða frá hesum á fundinum, á heimasíðu okkara ella við at ringja til felagið.


Fyri lætta um fyrireiking, vinarliga boða frá áðrenn 4. Apríl.


Vegna nevndina


Formaðurin


Hallur Thomsen


323 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page