top of page

Aðalfundurin 27. mars 2022

Frágreiðing frá aðalfundinum 27. mars 2022

  • Val av fundarleiðara

Vit hava spurt Hendrik Jacobsen at vera fundarleiðara og hann hevur játtað. Aðalfundurin góðtók tað. Aðalfundurin er lógliga lýstur.


  • Frágreiðing formansins

Ikki lætt at havt tiltøk vegna korona. Men vit hava havt flaggdaggsrenning við yvir 100 luttakarum, vit høvdu telt við kaffi og køkum. Og vit høvdu 2 vinningar sum blivu trektir. Fingu nýggja heimasíðu í okt ’21 og gamla tilfarið bleiv flutt. Rehabilterings tilboð er blivið gjørt á Klaksvíkar sjúkrahús við samstarv við Haslev Sjúkrahús. Positivar afturmeldingar eru komnar. Eitt forløb byrjar í mars og eitt í okt.

Árliga Jólahugnin var 5 des, á Hotel Hilton við góðari undirtøku.

Vit fara at gera lýsingartilfar og samstarv er gjørt við Raclip.


Aðalfundurin góðtók frágreiðingina.


  • Uppskot um arbeiðsætlan


25.04.22: Flaggdagsrenning

12.06.22: Summarútferð

Fyrilestur úr dk.

04.12.22: Jólahugni



  • Góðkenning av roknskapi


Hjalmar leggur rokniskapin fram. Og bleiv hann góðtikin .

  • Innkomin mál

Eingin mál eru innkomin


  • Val av nevndarlimum (í ár formaður og tveir nevndarlimir)

Hallur stillar upp aftur til formann.

Hallur er valdur uttan atkvøðu


Jonhild og Margreta stilla upp aftur

Og eru tær valdar uttan atkvøðu.


  • Val av tiltakslimum

Kristianna og Gunnjó stilla upp aftur og eru valdar aftur


  • Val av grannskoðara

Petur Sørensen stillar upp aftur og er valdur aftur



· Ymiskt

Endamál hjá okkum er:

At Peningur verður savnaður inn til gransking og eru vit so heppin at heilivágur er á marknaður sum hjálpur fleiri. Hevði verið áhugavert at gjørt ein føroyska gransking.

At vit hava sosial tiltøk.



Hesi eru í nevndini hjá Sclerosufelagnum fyri 2022/2023:


Hallur Thomsen: Formaður

Hjalmar Sjóvará: Kassameistari

Krista Hvannastein: Skrivari

Jonhild Kjærbo: Nevndarlimur

Margreta Dam: Nevndarlimur

Edith Maria Petersen: Nevndarlimur

Peter Jensen: Nevndarlimur

Kristianna Sjóvará: Tiltakslimur

Gunnjó Joensen: Tiltakslimur

22 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page