Dagurin í dag tann 30. mai er altjóða MS dagur (World MS day). Saman við felagsskapum um allan heimin verður varpað ljós á MS. Hetta er ein dagur, ið er fyri øll um allan heimin, sum liva við MS (Multiple Sclerosu).
Í Føroyum hevur verið varpað ljós á MS í mai mánað við einari innsavnan, ið kallast "YOU GO 100 km". Hvør luttakandi skuldi renna og/ella ganga 100 km.
Her var møguleiki at stuðla teimum, sum ganga og/ella renna við einari upphædd eftir egnum ynski. Peningurin, sum kemur inn, verður nýttur til Multiple Sclerosu gransking. Hetta til tess at náa nærri málinum um ein heim uttan MS, og til at gera gerandisdagin betri hjá teimum við MS.
Í samband við MS dagin fer Hoyvíkar kirkja at lýsa við appilsingulum litum, ið er tann liturin. sum umboðar øll tey, sum liva við MS.
Góðan MS dag 😊
Til ber hesari leinkju 'Poster Maker - World MS Day' at skapa tína egnu vangamynd og deila víðari.
Kommentare