TÁ IÐ EIN FÆR STAÐFEST MS, ER VANLIGT AT EIN KANN MERKJA TIL:
Nógvir tankar
Nógvar kenslur samtíðis
Eina kenslun av ikki at vera í sær sjálvum
Órógv, hjartabankan, svimbul og kvalma
Svøvntrupulleikar
Dapurleika og máttloysi
Vreiði
MONG UPPLIVA SJÚKAN SUM EIN SKELK
Fyri mong kann sjúkan koma, sum ein skelkur. Tað kann vera ræðandi at hava eina kenslu í kroppinum, sum ein ikki kennur til og ikki kann merkja um frammanundan.
Tú kanst ímynda tær, at tú brádliga fært eitt nýtt grundarlag undir tær. Hóast sjúkan rakar á ymiskan hátt, so kann hetta fáa broytingar á gerandisdagin.
STERKAR ELLA ONGAR ÁVIRKING ER VANLIGT
Tað er ymiskt hvussu MS vísir seg hjá tí einstaka og hvussu tað ikki vísir seg. Og bæði tvey eru vanlig. Og ein verður noyddur at læra seg at liva við tí.
TAÐ TEKUR SÍNA TÍÐ, AT LIVA VIÐ MS
At byrja við fyllur MS alla tíðina. Møguliga er tað fyrsta ein hugsar um tá, ein vaknar og til ein fer til songar. Men við tíðini kemur MS ikki at fylla tað stóra, og ein byrjar at liva við sjúkuni, í staðin fyri at sjúkan er miðdepilin av lívinum.
TOSA VIÐ ONKRAN UM TÍNAR TANKAR
Tað er týdningarmikið, at tú fært tosa um tínar tankar og kenslur. Hvussu tú ímyndar tær at sjúkan fer at raka teg.
Men tað kann vera torført at seta orð á, og hetta kann broytast tíma fyri tíma.
Ger okkurt sum fær teg at føla teg gott td. gakk ein túr, íðka, eta ein ís ella okkurt heilt annað.
Í hesari tíð hevur tú tørv á umsorgan báði frá tær sjálv-ari/um og tínum umhvørvið.
BIÐ UM HJÁLP, UM TÚ ONGAN HEVUR AT TOSA VIÐ.
Um tú følir teg eina og tú ikki hevur nakran at tosa við, so kundi tað verði gott fyri teg at tosa við onkran uttanveltaðan.
Tað kann vera tildømis vera tín lækna ella ein sálarfrøðing. Felagið bjóðar limum sínum atgongd til sálarfrøðing, báði í Føroyum og Danmark(Hetta er umvegis telefon ella teldupost)
HVAT ER SCLEROSA?

FAKTA UM SCLEROSU
Sclerosa (MS) er ein kronisk sjúka, sum loypir á høvuðsnervaskipanina. Umleið 15.000 fólk í danska kongaríkinum í dag hava MS. Sjúkan hevur ymisk árin frá persóni til persón og alt eftir hvat fyri slag av MS ein verður raktur av.
Álopini av sjúkuni vera vanligani kalla fyri 'Attak', og tað kann vera alt frá merkisórógv (føleforstyrrelser), trupulleikar við sjónini, og/ella lammilsi. Nøkur uppliva
ikki vanliga attak, men líðandi versnan av ymiskum árinum. Nøkur uppliva bert nøkur fá attak, og koma ikki til at merkj
a nógv til sjúkuna, harav kunna onnur gerðast avlamin við tíðini.
MORTEN BLINKENBERG
Fortelur um hvat Sclerosa er
ÓKEYPIS HJÁLP
Sum limur í Sclerosufelagnum, ber til at fáa ókeypis ráðgeving frá sálarfrøðingi frá Scleroseforeningen.
Til ber eisini til at ringja til felagið, á 598783 ella senda okkum ein teldupost.

FERÐIN HJÁ TIMMY
Tekninfilmur um drongin Timmy, sum hevur ein pápa, ið hevur MS. Filmurin er á enskum, men til ber at koyra danskum undirtekst á. Trýst á CC knøttin niðast til høgru á myndini.