top of page

Stuðul latin Sclerosufelagnum

4 hours ago
1 min read

Í dag fekk Sclerosufelagið stuðulin frá flaggdagsrenningini 2026 handaðan.


Flaggdagsrenningin er elsta rennikapping og í 2019 byrjaði í samstarvið við Sclerosufelagið og Bragdið. Hetta fyri at fáa fleiri fólk at luttaka og fyri at varpa ljós á feløgini bæði. Bragdið skipar fyri renningini og Sclerosufelagið ger tiltakið hugnaligt, við at hava ein bás, har bjóða verður drekkamunnur og prát.


Flaggdagsrenningin er bæði kapping og heilsurenning og endamálið er at fáa fleiri fólk at røra seg, Peningurin, ið kemur inn frá heilsurenningini, fer óskerdur til Sclerosufelagið.


Eisini ber til hjá øllum, sum melda til, at stuðla við einari upphædd.

Vit halda fram við samstarvinum og gleða okkum at skipa fyri flaggdagsrenningini í 2027.

 
 
 

Comments


bottom of page