top of page

Stuðul latin Sclerosufelagnum

Updated: Sep 29, 2023


Í 2019 byrjaðu Bragdið og Sclerosufelagið at samstarva um flaggdagsrenningina. Flaggdagsrenningin hevur nógv ár á baki, og við samstarvinum royna vit at fáa enn fleiri fólk at røra seg.


Luttøkugjaldið til heilsurenningina fer óskert til Sclerosufelagið og harafturat ber til hjá øllum, sum melda til renningina, at lata eina upphædd til felagið.


Sclerosufelagið er sjónligt á flaggdegnum. Telt er sett upp á Kongabrúnni, har bjóðar Sclerosufelagið ein drekkamunn og prát, meðan renningin er og so legst afturat við fólki, so hvørt sum tey eru liðug at ganga ella renna. Fleiri ár eru køkurnar uppi, so nógv hava vitjað.


Til lítla móttøku í dag varð stuðulin áljóðandi 17.610,- kr, latin.


Samstarvið heldur fram og vit eru samd um at gera tað enn betri.

Kelda:



Myndir frá flaggdegnum





24 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page