top of page
Heilsurenningin 2023

Heilsurenningin 2023

Apr 27, 2023
1 min read

25. Apríl var árliga heilsurenningin aftur. Omanfyri 100 tilmeldingar vóru til hetta væleydnaða tiltak.


Sclerosufelagið hevði aftur í ár eitt tjald standandi niðri við Kongabrúnna, har ið møguleiki var fyri at koma og fáa sær ein drekkamunn og eitt prát. Skótarnar í Havn setti tjaldi upp. Og hóast veðrið hevði hug at spæla eitt puss, tí tað hevði hug at kava, so vann sólin fram um kava æluni.

Ein væl eydnaður dagur og Sclerosufelagið takkar øllum, sum løgdu leiðina framvið. 😊

 
 
 

Comments


bottom of page