top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Nýtt endurvenjingarskeið til fólk við Sclerosu


Skeiðið varar í 3 vikur, har tú fært bjóða kost og logi á staðnum. Tað verður í høvuðsheitum vant í holdum, har fokus er á styrki, úthaldni, koorkinatión, javnvág, ADL venjingar, kognitivar venjingar og avspenning. Umframt venjing eru ymisk upplegg, m.a. við logopedi, kostráðgeva, um hjálpartól o.a. Tvørfakliga toymi, sum er knýtt at skeiðnum er: neurologur, fysioterapeutar, ergoterapeutar, heilsurøktari og sálarrørsluviðgeri.


Málbólkur:

Skeiðið er fyri borgarir við MS, sum eru sjálvhjálpin í mun til flytingar og persónligt reinføri.

Hvat krevst fyri at sleppa á endurvenjingarskeiðið:

Hevur tú fingið staðfest MS, nýtist bert ávísing frá egnum lækna; hevur tú ikki fingið endaliga staðfest MS, krevst ávísing frá neurologi.


Tó tað er bólkavenjing verður dentur lagdur á at tilpassa venjingina/viðgerðina tí einstaka.


Næsta skeið byrjar í viku 15. Frá 11. apríl til 28. apríl

122 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page