top of page

Heilsurenningin 25. apríl 2024

Updated: Apr 9



 

Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!


Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 37. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin.

Vit byrja kl. 16.00 beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg til okkara siðbundnu kapping.

 

Kapprenning fyri vaksin

Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin er knappar 7 km.

 

 

Barnarenning

 

Børnini sleppa eisini at renna og tey yngstu renna fyrst og meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum.

 

Yngstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.

 

Heilsurenning

Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km. Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Og tað loysir seg at melda til beinanvegin, tí tey fyrstu 50 fáa hvør sína húgvu. Eisini er lutakast um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3000 kr.

Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein drekkamunn. Í básinum selja tey eisini húgvur og helsi við teirra logo á.


Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line.



Tilmeldingarfreistin er mikudagin  24. apríl kl. 23.00.

Tilmelding á staðnum er bara til heilsurenningina

 

Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á Flaggdegnum, frá kl. 13.00 – 15.00

 

Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum.

526 views0 comments
bottom of page