Cykel nerven 2025
- Sclerosu felagið
- Jun 5
- 1 min read

Hey øll!
Ann Peterssen og Regin Reinert savna pening til gransking í Sclerosu við Cykel nerven.
Tað snýr seg í stuttum um at savna pening inn við at súkkla, eins og vit kenna tað frá øðrum líknandi innsavningum.
Tey bæði eru vorðin partur av einum liði, sum byrjar at súkla 11. juni 2025. Súkklaðar verða 8 etapur í fronsku alpunum (Pyrenæerne) í fýra dagar.
Allur peningurin fer óskerdur til gransking innan sclerosu sjúkuna.
Ann sigur at teirra drívmegi fyri at hava melda seg til, er tí at tey kenna fólk, sum hava fingið staðfest Sclerosu.
Og vilja tey fegin vera við til at vísa stuðul - og hjálpa á tann hátt.
Bæði Ann og maðurin dáma væl at súkkla og havi áður tikið lut í Team Rynkeby, so tey vita, hvussu góður júst hesin mátin at savna inn er.
Bæði fyri einstaka luttakaran, sum kann gera okkurt gott fyri seg sjálvan – og fyri góða endamálið, sum fær væl burturúr.
Stuðlast kann við at trýsta á leinkjunar niðanfyri:
Comments