Sambært nevndarsamtykt, verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 16. apríl kl 15:00 í Kaffehúsinum, Undir Bryggjubakka.
Skrá sambært viðtøkum felagsins:
Val av fundarleiðara
Frágreiðing formansins
Góðkenning av roknskapi
Innkomin mál
Val av nevndarlimum (í ár kassameistari og tveir nevndarlimir)
Val av tiltakslimum
Val av grannskoðara
Við á fundinum verður Pál Weihe, sum kemur at greiða frá um Sclerosu í Føroyum.
Til ber at gerast limur í felagnum á staðnum, um tú ikki longu ert tað ;-) Tað kann eisini gerast við at klikka á hesa leinkjuna Saman eru vit sterkari.
Vit hava, sum altíð, brúk fyri fleiri sum ynskja at hjálpa til :)
Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin, og at onkur er, sum hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk.
Formaðurin,
Hallur Thomsen
コメント