UM FELAGIÐ

Sclerosufelagið var stovna 27. mars 1979 og bleiv tann 22. apríl 2007 partur av tí danska Scleroseforeningen.
Sclerosufelagið er nú ein teimum 48 lokal avdeilingum hjá Scleroseforenigen.

Endamál

Endamál felagsins er at kunna um sjúkuna og virka fyri, at tey sclerosuraktu og avvarðandi kunnu koma saman til felags áhugamál.

Limaskapur

Av tí at Sclerosufelagið er ein lokal avdeiling hjá Scleroseforeningen, so eru okkara limir partir av Scleroseforeningen. 

Limarfundir

Felagið hevur fund umleið fýra ferðir um árið. Á skránni hava vit til dømis verið ymsir fyrilestrar, sum fólk við serligum innliti í Multibel Sclerosu hava hildið.Felagið plagar at skipa fyri jólahugna, og ofta hava vit um summarið verið eina útferð.

Tilboð

Sclerosuraktir limir hava møguleika at gera brúk av sosialráðgeva felagsins og sálarfrøðingi. Útreiðslurnar verða goldnar av danska sclerosufelagnum. Limir hava eisini møguleika at ringja og tosa við ein lækna, sum er í starvi hjá danska sclerosufelagnum. Læknin hevur servitan um sjúkuna og trupuleikar, sum standast av henni.

Bløð og faldarar

Allir limir fáa blaðið ”Lev med sclerose”, sum danska sclerosufelagið gevur út fýra ferðir um árið. Umframt hetta, so gevur Scleroseforeningen eisini út fleiri faldarar um ymisk viðurskifti í samband við sjúkuna.