top of page

Summarútferðin í Suðuroynni 26. august 2017

Tann 26. august 2017, hevði Sclerosufelagið eina útferð í Suðuroynni. Túrurin byrjaði á Tvøroyri, har bussur koyrdi suður til Sumbiar. Vitja varð á bygdarsavninum í bygdinum. Á savninum vóru ymisk sløg av útstappaðum fuglum og gamlir lutir. Síðani fór bussuriun víðari niðan á Akraberg. Um middagsleiti var kósin sett norður á Hotel Bakkan, har ið ein betri bitið bleiv bjóðaður.

Eftir vit høvdu eti fóru vit á Ruth Smith savnið, har fingu vit at vita um lívsøguna hjá listamálaranum og lagnu hennara. Tá vit høvdu verði har, fór vit vestur til Fámjins kirkju at hyggja eftir tí fyrsta eintakinum av Merkinum.

Ætlanin var at fara at vitja Salt, men av tí at eitt stórt tiltak skuldi vera hettar sama kvøldið, máttu vit gera eina spontana ætlan, og fóru tí í staðin ein sigli túr við 'Torshavn' runt á Trongisvágsfirði.

2 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page