top of page

Kom og renn fyri sclerosu í Klaksvík

Kom og renn fyri sclerosu í Klaksvík. Øll eru vælkomin

leygardagin 5. mai 2018 kl. 14.00. Børn, ung og vaksin – kom og renni við.


NS motiónsrenning, barnarenning og FM hálvmaraton, stuðulstiltak saman við Treysti.

Kom og stuðla Sclerosufelagnum. Aftur í 2018 skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Umframt hálvmaraton verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning. Tað verður gjørt í samstarvi við Sclerosufelagið.

Kostnaður: Kostnaðurin fyri motiónsrenning er 100 kr og fyri barnarenning 50 kr. Luttøkugjaldið til motiónsrenning og barnarenning fer óskert til Sclerosufelagið.


Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.atgongumerki.fo/fif/ ella í Norðoya Sparikassa heilt fram til kl. 13.00 leygardagin 5. mai 2018. Renniblusa frá Sclerosufelagnum verður latin teimum fyrstu 50 luttakarunum, sum melda seg til NS motiónsrenningina.


Sclerosurakt tørva stuðul

Um tú ikki orkar at renna, og tó ynskir at stuðla Sclerosu, ber eisini til at stuðla bæði motións, barna og ½maraton rennarum.Tit kunnu stuðla við at flyta eina upphædd á 9865 102.799.3 í Norðoya Sparikassa


Sclerosa (MS)

Sclerosa (MS) er ein kronisk autoimmun sjúka, sum loypir á høvuðsnervaskipanina, og also nervalagið í heila og mønu. Sjúkan rakar sostatt allan kroppin.

Sjúkan kann hava ymisk árin frá persóni til persón. Álopini av sjúkuni vera vanligani kallað fyri 'Attak', og tað kann vera alt frá merkisórógv (føleforstyrrelser), trupulleikar við sjónini, møði, lammilsi og /ella kognitivar trupulleikar, so sum at hava ringt við at minnast og hugsavna seg. Nøkur uppliva bert fá attak, og eru kanska ikki nógv merkt av sjúkuni, meðan onnur gerast avlamin við tíðini. Flestu, sum verða rakt av sjúkuni, eru millum 20 og 40 ár. 2/3 av hesum eru kvinnur.

Man veit ikki hví ella hvaðan sjúkan kemur. Tí er ongin heilivágur, ið kann lekja sjúkuna. Men tað ber til at fáa heilivág, sum seinkar sjúkugongdina og møguliga minkar um symptomini. Tað verður granskað sera nógv í sjúkuni. Hetta gevur vón um eina framtíðarloysn og er sera positivt. Men gransking er dýr, og neyðugt er at savna nógvan pening til ymisku verkætlanirnar.


Renn fyri sclerosu! Tú hjálpir við at savna inn pening, og gevur vón um eina betri framtíð.


0 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page