top of page

Jólahugnin 2009

Sunnudagin 29. novembur vóru vit samlaði til jólahugna hjá Sclerosufelagnum. Vit vóru yvir 90 fólk tilsamans, so tað var ordiliga hugnaligt.


Vit hugnaðu okkum við práti, rísalamande, smákøkum o.ø. Spennandi var at vita hvør fór at fáa mandlugávurnar :)


Síðani var burturlutan og tá var spenningurin eisini stórur :) Einstaklingar og fyritøkur høvdu stuðlað við gávum til burturlutan og mandlugávur og tað eru vit sera takksom fyri. Vit sungu fleiri sangir við góðum undirspæli frá Jóanis Erik Køtlum og Mikkjal Hvannastein.


Meðan vit sungu Eg eri jólamaðurin ... fingu vit vitjan av jólamanninum, sum hevði pakkar við til børnini. Tað var ordiliga well :)

Marjun Tausen sang Føgur er foldin fyri okkum saman við Mikkjal Hvannastein, sum spældi gittar. Tað ljóðaði sera væl.


Eisini sungu systrarnar Helena og Petra ein sang um ein kavamann - ordiliga fitt :)

Til seinast bleiv jólaevangeliið lisið og vit sungu Gleðilig jól, áðrenn vit aftur fóru hvør til sítt, við ynskjum um eini gleðilig jól.

Takk fyri eina hugnaliga løtu øll somul :)



0 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page