top of page

Jólahugni í Sclerosufelagnum

Sunnudagin 9. desembur 2007 kl 15:00 bleiv jólahugni hildin fyri limum í Sclerosufelagnum, saman við gestum.

Møtt vóru umleið 75 fólk og tað vóru vit sera glað fyri. Hendrik Jacobsen, bjóðaði vælkomin. Vit høvdu eina sera hugnaliga løtu saman. Vit fingu ein drekkamunn við rísalamande, við mandlum í og annað afturvið og høvdu góðar møguleikar til at fáa eitt gott prát. Við síni vøkru rødd sang Marjun Tausen tríggjar sangir fyri okkum og tað var sera hugnaligt. Hansa Petersen læs eina stuttliga søgu og vit sungu fleiri sangir, har Jóannis E. Køtlum spældi harmoniku til. Tað var sera hugnaligt. Eisini kom jólamaðurin at vitja. Hetta dámdu børnunum sera væl. Tey fingu øll pakka frá jólamanninum. Undir hvønn borðisk høvdu vit eisini lagt ein seðil við einum tali á og so bleiv trekt lut um góðar vinningar, sum vit høvdu fingið sum stuðul. Hetta var sera spennandi og eru vit sera takksom fyri stuðulin. Tey, sum eru rakt av sjúkuni, fingu eisini pakka. Hetta vóru gávur frá familjuni hjá Petrinu Venned. Til endans læs Hendrik jólaevangeliið og vit fóru hvør til sítt, vælnøgd við eina hugnaliga løtu.

Petra Nysted, skrivari

2 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page