top of page

Flaggdagsrenningin 25. apríl 2022

Updated: May 1, 2022

25. apríl vóru mong fólk savnaði til tað árligu flaggdags renningina hjá Bragdinum. Veðri var til vildar og sólin hevði hug til at kaga fram av og á.

Í samstarv við Bragdinum, hava vit nú fyri triðju ferð, havt heilsurenningina á flaggdegnum. Heilsurenningin er fyri tey, ið ikki vilja kappast, men bert vilja renna ella ganga ein túr. Endamálið við samstarvið um heilsurenningini er at savnað pening til felagið. Yvir 100 fólk vóru meldaði til tiltakið, sum eydnaðist stak væl. Sclerosufelagaði hevði eitt tjald standandi niðri á Kongabrúnni, har ið kaffi og kaka varð bjóða ókeypis. Millum tey luttakandi vórðu tveir vinningar lutaðir burtur, tann eini var ein vinningur frá Atlantic Airways og hin var frá Hotel Hilton.


Ein bússa stóð í tjaldinum, har ið fólk kundu lata eina upphædd. Eisini hava fyritøkur haft møguleikan at stuðla við einari upphædd.


Sclerosufelagið takkar fyri allan tann stuðulin felagið hevur fingið.


98 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page