Aưalfundurin 27. mars 2022
- Sclerosu felagiư
- Apr 2, 2022
- 1 min read
FrƔgreiưing frƔ aưalfundinum 27. mars 2022
Val av fundarleiưara
Vit hava spurt Hendrik Jacobsen at vera fundarleiðara og hann hevur jÔttað. Aðalfundurin góðtók tað. Aðalfundurin er lógliga lýstur.
FrƔgreiưing formansins
Ikki lƦtt at havt tiltĆøk vegna korona. Men vit hava havt flaggdaggsrenning viư yvir 100 luttakarum, vit hĆøvdu telt viư kaffi og kĆøkum. Og vit hĆøvdu 2 vinningar sum blivu trektir. Fingu nýggja heimasĆưu Ć okt ā21 og gamla tilfariư bleiv flutt. Rehabilterings tilboư er bliviư gjĆørt Ć” KlaksvĆkar sjĆŗkrahĆŗs viư samstarv viư Haslev SjĆŗkrahĆŗs. Positivar afturmeldingar eru komnar. Eitt forlĆøb byrjar Ć mars og eitt Ć okt.
Ćrliga Jólahugnin var 5 des, Ć” Hotel Hilton viư góðari undirtĆøku.
Vit fara at gera lýsingartilfar og samstarv er gjørt við Raclip.
Aðalfundurin góðtók frÔgreiðingina.
Uppskot um arbeiưsƦtlan
25.04.22: Flaggdagsrenning
12.06.22: Summarútferð
Fyrilestur Ćŗr dk.
04.12.22: Jólahugni
Góðkenning av roknskapi
Hjalmar leggur rokniskapin fram. Og bleiv hann góðtikin .
Innkomin mƔl
Eingin mƔl eru innkomin
Val av nevndarlimum (à Ôr formaður og tveir nevndarlimir)
Hallur stillar upp aftur til formann.
Hallur er valdur uttan atkvøðu
Jonhild og Margreta stilla upp aftur
Og eru tær valdar uttan atkvøðu.
Val av tiltakslimum
Kristianna og Gunnjó stilla upp aftur og eru valdar aftur
Val av grannskoưara
Petur SĆørensen stillar upp aftur og er valdur aftur
Ā· Ymiskt
EndamƔl hjƔ okkum er:
At Peningur verður savnaður inn til gransking og eru vit so heppin at heilivÔgur er Ô marknaður sum hjÔlpur fleiri. Hevði verið Ôhugavert at gjørt ein føroyska gransking.
At vit hava sosial tiltĆøk.
Hesi eru Ć nevndini hjĆ” Sclerosufelagnum fyri 2022/2023:
Hallur Thomsen: Formaưur
Hjalmar SjóvarÔ: Kassameistari
Krista Hvannastein: Skrivari
Jonhild KjƦrbo: Nevndarlimur
Margreta Dam: Nevndarlimur
Edith Maria Petersen: Nevndarlimur
Peter Jensen: Nevndarlimur
Kristianna SjóvarÔ: Tiltakslimur
Gunnjó Joensen: Tiltakslimur