Burturluting av veðrakrovi
Sclerosufelagið hevur burturluting av veðrakrovi. Burturlutingin er til frama fyri gransking í kronisku sjúkuni Multiple Sclerosu (MS).
Alfred Hummerland og Regin Reinert Petersen fingu til vegar nógvan stuðul, og har ímillum eitt veðrakrov, tá teir súkklaðu við í Cykelnerven, ið er Evropa mest avbjóðandi og makaleysa stuðulstiltak á súkklu. Stuðulin frá Cykelnerven fíggjar gransking í MS.
Veðrakrovið verður burturlutað umvegis sølu av lutaðseðlum.
Kostnaðurin fyri ein lutaseðil er 100 kr.
Fyri at keypa ein lutaseðil, skalt tú flyta peningin á kontu 9181 - 4980087 og viðmerkja Lamb og navn.
Síðani send okkum navn og telefonnummar á sclerosufelag@sclerosufelag.fo ella á Messenger. Og vit svara skjótast gjørligt
Lutaseðilin verður drigin tann 26/11 og vinnarin fær beinleiðis boð.
Gevarin av veðrakrovinum er Mortanstovufestið v/Óla Zachariassen, Norðragøta.