sun. 26. mai
|Sandur
Summarútferðin 26. mai 2024
Vit í nevndini í Sclerosufelagnum, vilja hervið bjóða tær og tínum við til árligu summar útferðina hjá felagnum.
Tíð og stað
26. mai 2024, 10:00 – 17:00
Sandur, Sandur 210, Føroyar
Gæster
Um tiltakið
Í ár gongur leiðin til Sandoynna.
Útferðin byrjar á farstøðini í Havn kl 10:00 tann 26. mai.
Vit fara við bussi til Sandoynni og steðga á í Virkinum umleið kl 10:30.
Har vit fáa ein drekkamunn. Síðani verður fari í kirkju kl 12:00.
Klokkan 13:00 verður farið at vitja listasavnið á Sandi. Her kemur savnsvørðurin at greiða frá um savnið.
Klokkan 15:00 verður farið frá savninum aftur í Virkið, har vit fáa døgurða.
Freistin at melda seg til er sunnudagin 19/5.
Tilmelding fer fram antin við at ringja 59 87 83 ella við at melda seg til her á heimasíðuni.
Vegna nevndina,
Hallur Thomsen, formaður