

sun. 12. jun.
|Freistin at melda seg til er 5. juni.
Summarútferðin 2022
Vit í nevndini í Sclerosufelagnum eru sera fegin um at tað aftur ber til at bjóða tykkum við á summarútferð, sum verður sunnudagin 12. juni. Hesa ferð hava vit valt ta føgru oynna Vágar. Freistin at melda seg til er 5. juni.
Tíð og stað
12. jun. 2022, 11:30 – 18:30
Freistin at melda seg til er 5. juni., Stað : Vágar, Føroyar
Gæster
Um tiltakið
Góðu limir 🙂
Vit í nevndini í Sclerosufelagnum eru sera fegin um at tað aftur ber til at bjóða tykkum við á summarútferð, sum verður sunnudagin 12. juni.
Hesa ferð hava vit valt ta føgru oynna Vágar.
Vit fara við bussi úr Tórshavn og Klaksvík, og taka vit fólk uppí á veg vestur.
Vit koyra til Gásadals, sum liggur á vestursíðini av Vágoynni, har vit vitja Gásadalsgarðin, har vit fara at njóta ein góðan Kaffi/te munn við onkrum góðum aftur við.
Tá vit hava notið tað góða, sum Gásadalsgarður hevur at bjóða, fara vit til Miðvágs at vitja Krígssavnið, sum hevur til endamáls at lýsa tað árin, ið seinni heimsbardagi hevði á tað føroyska samfelagið. Her hava vit frásøgufólk at siga okkum frá.