

frí. 25. apr.
|Tórshavn
Heilsurenningin 25. apríl
Saman við Flaggdagsrenningini 25. apríl 2025 skipa Sclerosufelagið og ítróttarfelagið Bragdið fyri heilsurenning. Heilsurenningin er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug.
Tíð og stað
25. apr. 2025, 16:00 – 20:00
Tórshavn, Bursatangi, Tórshavn 100, Føroyar
Um tiltakið
Saman við Flaggdagsrenningini 25. apríl 2025 skipa Sclerosufelagið og ítróttarfelagið Bragdið fyri heilsurenning. Heilsurenningin er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg eru vælkomin at tekna seg.
Eingin skráseting av tíð er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.
Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Og tað loysir seg at melda til heilsurenningina, tí, umframt at stuðla Sclerosufelagnum, er lutakast um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3.000 kr.