

ley. 25. apr.
|Bursatangi
Flaggdagsrenningin 25. apríl 2026
Kom og stuðla Sclerosufelagnum. Aftur í ár vilja vit bjóða við til heilsurenningin á flaggdagnum. Vit byrja kl. 12.00, so í ár verður tað ÁÐRENN flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg til okkara siðbundnu kapping.
Tíð og stað
25. apr. 2026, 12:00 – 16:00
Bursatangi, Bursatangi, Tórshavn 100, Føroyar
Um tiltakið
Kom og stuðla Sclerosufelagnum.
Saman við Flaggdagsrenningini 25. apríl 2025 skipa Sclerosufelagið og ítróttarfelagið Bragdið fyri heilsurenning. Heilsurenningin er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg eru vælkomin at tekna seg.
Eingin skráseting av tíð er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.
