týs. 25. apr.
|Tórshavn
Flaggdagsrenningin 25. apríl 2023
Saman við Bragdinum verður heilsurenning, sum er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg.
Tíð og stað
25. apr. 2023, 15:00
Tórshavn, Bryggjubakki, Tórshavn, Faroe Islands
Um tiltakið
Saman við Bragdinum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km. Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Og tað loysir seg at melda til beinanvegin, tí tey fyrstu 50 fáa hvør sína blusu. Eisini er lutakast um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3000 kr.
Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line.
Startnummur/blusur verða útflýggjað í Snarskivuni á Flaggdegnum, frá kl. 13.00 – 15.00