top of page
Flaggdagsrenningin 2022
Flaggdagsrenningin 2022

mán. 25. apr.

|

Á kongabrúnni

Flaggdagsrenningin 2022

Í ár er møguligt at stuðla Sclerosufelagnum við einari upphædd í tilmeldingini. Øll, ið luttaka í heilsurenningini eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Atlantic Airways, virðið 3000 kr, og einum upphaldi fyri tvey, í dupultkamari á Hotel Hilton, íroknað morgunmati. 50 tey fyrstu fáa blusu.

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder

Tíð og stað

25. apr. 2022, 16:00

Á kongabrúnni, Tórshavn, Føroyar

Um tiltakið

Dagarnir gerast aftur longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 36. í røðini. Bragdið skipar sum vanligt fyri renningini, sum aftur í ár, byrjar og endar á Kongabrúnni. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir og skúlar fara at kappast. Rutan er tann sama sum seinastu árini.Byrja á Kongabrúnni og renna so fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 km.

Í ár er møguligt at stuðla Sclerosufelagnum við einari upphædd í tilmeldingini.

Heilsurenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, gubbar, mammu- og pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eisini tey við barnavogni eru vælkomin. Eingin tíðtaking er…

Deil tiltak

bottom of page