Vit við MS/Sclerosu í Føroyum

Updated: Nov 27

Hey øll við MS/Sclerosu í Føroyum :-)


Mikukvøldið høvdu vit eina væleydnaða café á Hotel Brandan. Vit vóru 7 fólk, sum hittust hetta kvøldið, øll høvdu MS og øll vóru glað at hitta onnur í somu støðu. Vit høvdu eitt sera gevandi og hugnaligt prát og komu vit fram til, at vit sakna eitt forum, har MS-rakt fólk í Føroyum kunnu savnast, og tí blivu vit samd um at endurtaka hetta frameftir.


Vit hava avtalað, at næstseinasta mikukvøld í hvørjum mánaði verður fast MS-café fyri tey, ið hava hug at hitta onnur. Í december verður eingin café, men 18. januar 2023, hittast vit aftur :-)


Harumframt hava vit stovna ein MS-bólk á facebook, har bert fólk við MS/Sclerosu kunnu verða limir. Endamáli við bólkinum Vit við MS/Sclerosu í Føroyumer, at har kunnu vit deila tað, sum vit vilja, spyrja um tað vit hava tørv á, og annars bara hava eitt forum.


Um tú hevur MS/Sclerosu og hevur hug at vera við í bólkinum, ert tú vælkomin at søkja um limaskap.