top of page

Summarútferðin, sunnudagin 17. Mai

Writer: Sclerosu felagiðSclerosu felagið

Hesa ferð gekk túrurin til Klaksvíkar har ið vit vóru til gudstænastu í Christianskirkjuni, aftaná gudstænastuna greiddi Alex Sólstein frá um kirkjuni.

Eftir frásøgnina fóru vit niður í kirkjukjallaran, harið tey flottu og sigandi listaverkini hjá Edwardi Fuglø hanga, listaverkini eru 10 í tali og snúðu tey seg um Jesu føðing og til hann rísur upp frá deyðum. Vit vóru so heppin at hava fingið Edward Fuglø at greiða frá sínum listaverkum, sum vóru bíløgd tá Christianskirkjan hevði 50 ára føðingardag í 2013 .

Síðani fóru vit niðan til Bakaríið hjá Jórun, har vit fingu ein betri bita og dessert omaná.

Comments


bottom of page