Í ár gekk leiðin suður á Sandoynna. Vit møttust tíðliga sunnu morgun á farstøðuni í Havn. Har fóru vit í buss og koyrdu suður til Sands. Tá vit vóru komin til Sands, fingu vit ein drekkamunn á Virkinum. Síðani var fari í Guðstænastu í Sands kirkju. Eftir Guðstænastuna bleiv vitja á listasavninum. Har var nógv áhugavert at hyggja eftir. Síðani varð aftur fari á Virki, har vit fingu døgurða við dessert. Vit vóru sera heppin við veðrinum, sólin skein og púra stilli.
Summarútferðin 8. september
Updated: Oct 11, 2024
Kommentare