top of page

Summarútferðin 7. juni 2026

Góði limir,

Vit í nevndini í Sclerosufelagnum vilja hervið bjóða tær og tínum við til árligu summarútferðina hjá felagnum.

Í ár gongur leiðin til Eiðis.


Dagurin byrjar við at vit fara til Guðstænastu í Eiðis kirkju kl 11:00.

Eftir kirkjugongdina kemur prestur at fortelja søguna um kirkjuna.

Síðani fara vit at vitja atelierið hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Har fáa vit eina rundvísing frá henni. Kaffi og køka verður bjóða

Tá vit eru liðug har, fara vit at vitja bygdsavnið í bygdini.

Vit enda dagin á Rose Café har vit fáa døgurða.


Freistin at melda seg til er 2.juni.



Vegna nevndina,

Hallur Thomsen, formaður

Comments


bottom of page