Ein hugnaligur dagur í Nólsoynni.
Í ár var summarútferðin hjá felagnum í Nólsoynni. Vit møttist sunnumorgunin 11. juni og fóru út við Ternuni. Tá ið vit komu til Nólsoynna, fingu vit ein drekkamunn. So var gingið runt í bygdini, síðani var fari til guðstænastu.
Eftir huðstænastuna varð vitja á Ovasavninum, har ið vit sóðu "Dianu Victoriu" og eitt sindur um túrin, sum Ovi róði til Danmarkar.
Vitja bleiv í garðinum hjá Marnar á Skúr, har ið mangt spennandi var at síggja, so sum froskar og standmyndir, ið hann sjálvur hevði gjørt.
Eftir tað fóru vit í Brunnhúsini, sum eru eini gomul í Nólsoy. Nógvir fornlutir vóru at síggja í Brunnhúsini.
Tey í heimavirkinum vóru so fitt at lata upp í eina løtu, soleiðis at vit kundu koma inn har at vitja. At enda fingu døgurða og vit fóru heímaftur.
Sclerosufelagið ynskir øllum eitt gott summar 😊
Comments