Summarútferðin 12. juni 2022
- Sclerosu felagið
- Jun 13, 2022
- 1 min read
Veðrið var við okkum í dag, tá ið nøsin var vend ímóti Gásadali. Har varð vitjað í Gásadalsgarði, har fingu vit kaffi/thé og kaku. Eftir tað fóru vit víðari til kríggssavnið í Sørvági. Har fingu vit eina frágreiðing um tíðina í Føroyum undir krígnum. Síðani varð borðreitt fyri okkum á Fiskastykkinum í Sandvági. Vit fingu fiskasuppu og kaku omaná. Ein sera væl eydnaður dagur.
Comments