Summarútferð til depilin í Skálavík 16.-17.juni 2012

Enn einaferð var tíðin komin, til at finna út av, hvar vit, í Sclerosufelagnum, skuldu fara á ársins summarútferð.

Sjálvt um vit hava verið nógva staðni í Føroyum, so komu fleiri uppskot á borðið. Hóast vit hava verið á Sandoynni áður, fall valið á Depilin í Skálavík á Sandoynni. Síðst vit vóru á Sandoynni, vóru vit á eini deiligari bussferð runt bygdirnar á oynni, og fingu tað mesta av tí søguliga á oynni at síggja og hoyra. So vit valdu ein heldur øðrvísi máta at hava okkara summarútferð.

Vit høvdi einans hoyrt gott um Depilin í Skálavík frá fólkum, sum høvdu roynt staðið. So vit fóru sera spent avstað, ein deiliga sólríkan leygardag í juni.

26 fólk í øllum aldrum høvdu meldað seg til, so tað boðaði frá góðum. Sum sagt var veðrið av tí fagrasta. Tey flestu av okkum fóru við bili. Vit vóru øll møtt tíðliga fyri at sleppa við Teistanum av Gomlurætt til Skopunar. Tey sum ikki høvdu bil, komu við teimum, sum høvdu bil.

At koyra úr Skopun til Sands var sera flott. At síggja tann stóra grøna víðvøllin í sólini, var ein vøkur sjón. Longri ein kemur heim til Sands, so kemur Sandsvatn til sjóndar. Vit koyra fram við vatninum og koma til Kálvmannarætt, Presthólm og Todnes, sum er prestagarðurin á Sandi. Øll hesi støð hava tilknýti til Kálvur Lítla, sum var síðsti katólski presturin í Sandoynni í 14. øld, men synd er at siga, at hann er kendur fyri at vera ein hampamaður.

Vit koma til Skálavíkar í øllum góðum og verða væl móttikin av einum starvsfólki í Deplinum. Hon greiðir frá húsinum ( tit kunna annars lesa alt um húsið á http://www.depil.fo ) , hvar vit skula búgva, um matstovuna og hvørjar hentleikar húsið annars sum heild hevur. Tá hon greiður frá heita pottinum, sum stendur uttanfyri og glúpununum, sum man kann læna, um man ætlar at fanga síl í ánni, sum rennur beint uttanfyri, tá fingu børnini stjørnur í eyguni, og sóðu vit eisini tá, at hendan útferðin fór at hilnast væl frá byrjan av.

Tá vit høvdu sæð tey lekkru kømurini, fóru vit í matstovuna at fáa okkum ein te/kaffimunn og eina lekkra dessert aftur við. Okkara fyrsta inntrykk var: stórt gestablídni og at tey høvdu gjørt alt fyri, at vit skuldu kenna okkum væl í Deplinum.

Vit vóru nøkur, sum fóru beinanvegin í tann heita pottin, sum heilt víst kann viðmælast øllum, sum ætla sær í Depilin. Tað var so lekkurt at sita har og njóta tað lekkra veðrið og tí vøkru náttúruna, sum er rundan um. Vit hoyrdu jarman frá lombunum í haganum og vit føldu hvussu kroppurin slappaði av; hvussu alt stress, sum kann verða í einum kroppi eftir einari arbeiðsviku, ebbaði úr kroppinum. Meðan man hevði hesa góðu kensluna, so hoyrdi vit eina barnarødd siga “hetta er lívið”, ja hvørji onnur orð kundu lýsa júst hesa løtu ? ☺

Aftaná vit høvdu verið í pottinum, fóru vit troytt og avslappaði at gera okkum kláran til eina lekkra buffét í matstovuni, og tað smakkaði alvorliga væl.

Síðani hugnaðu vit okkum í hvør sínum lagi, summi fóru í kamarið at slappa av, onkur fór at spáka sær ein túr, nøkur børn fóru í ánna at fanga síl. So vit kunna róliga siga at kvøldið var “stressless” fyri allar pengarnar. Vit endaðu síðani kvøldið við einum sera sera stuttligum sangspælið, sum øll kundu vera við í, vit flentu so nógv at tárini høvdu hug at sníkja seg fram. Onkur hevði hug at siga at tað var virkuliga deiligt, hugnaligt og stuttligt at síggja, at vit kunnu vera saman um okkurt annað, enn at hugsa um støðuna man er í, tá man hevur sclerosu. Aftaná ein deiligan dag søgdu vit góða nátt.

Vit vaknaðu til ein góðan og úthvíldan dag. Vit komu upp til eina lekkra morgunmatarbuffét. Síðani valdu vit í hvør sínum lagi at granska Sandoynna. Ein bygd, sum fleiri ikki høvdu verið í, var Skarvanes, sum var útdeyð fyri nøkrum árum síðani, men nú er lív komið í bygdina aftur, enn tá var dópur og konfirmatión í bygdini í fjør. Tað er ein hugnalig og gomul bygd, og fólk hevur búð har, í hvussu so er, frá um ár 1500 (sambært wikipedia) man hevur hug at filosofera um hvussu lívið man hava verið upp í gjøgnum tíðirnar.

Vit endaðu útferðina í Skálavík við enn einaferð lekkrari buffét, sum ikki stóð aftanfyri tí matið, sum longu var serveraður fyri okkum. Matur, matur, matur! Matur fyri krop og sál!

Nú var stundin komin til at siga Deplinum og teimum blíðu og óføru starvsfólkunum farvæl. Vit kunna øll at enda siga: Farið til Depilin í Skálavík og upplivið stressless og mindfulness í lekkrum, vøkrum og barnavinaligum umhvørvi.