top of page

Skrá fyri 2014

Updated: Dec 11, 2021

Kæru limir Her er skráin fyri 2014. Hetta er innbjóðingin fyri øll tiltøkini, sum verða í 2014, t.v.s. at áminning verður ikki send áðrenn hvørt tiltakið. Skráin kemur at liggja á heimasíðuni og facebookbólkinum, og um broytingar koma fyri, verður kunning á áðurnevndu miðlum. Skrá fyri 2014

  • 24 Apríl: Café-kvøld kl 19 við framløgu á Verkstaðnum Stíggjur, Heiðavegur 37, 600 Saltangará


  • 4. Mei: Summarútferð: Vit fara í Kirkju í Gøtu kl 11, vit fáa eina frásøgu um kirkjuna. Síðani fara vit til Gjáargarð við Gjógv og fáa eina 3 rættirs matskrá. Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi sunnudagin tann 27 apríl. Meiningin er at bussur verður úr Havn og úr Klaksvík. Bussarnir avheinta fólk á veg norð og á veg suður. Kostnaður: 100,00 fyri vaksin og 50,00 fyri børn.


  • 6. Juni: Café-kvøld kl 19 í Mbf- húsinum, Íslandsvegur 10, 100 Tórshavn. Annette Fredskov, sum hevur sclerosu hevur møguliga ein fyrilestur fyri okkum. Hon verður í Føroyum tá í samband við Tórshavn Maraton.


  • 24 August: Jannie Engelbrecht hevur fyrilestur um “Kognetive problemer – Hvad er kognetive problemer, og hvordan kan man gøre noget ved dem?” Sí seinasta limablaðið: “Lev med sclerose” síða 16-17 fyri meiri kunning. Fyrilesturin verður í Skúlanum á Trøðni frá kl. 14:30 til kl. 17:30, har okkurt lætt ábit verður í steðginum. Kostnaður 50,00 Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 17 august.


  • 4. September: Café-kvøld kl 19 við framløgu á Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík, á Brekku 31, 700 Klaksvík.


  • 21. September: Bowling kl 15 í Tórshavn ætla børnum hjá sclerosuraktum saman við foreldrum teirra ( Við “Børn” meina vit eisini vaksin børn): Tilmeldngarfreistin er í seinasta lagi 14 september. Meldast kann til hjá Jonhild Kjærbo: fartlf: 271018 teldupost: honsjalv_67@hotmail.com og hjá Petru Nysted: fartlf: 295051 teldupost: peny@olivant.fo Eisini kann teldupostur sendast til sclerosufelag@sclerosufelag.fo . Kostnaður: 100,00 fyri familju.


  • 30. November: Jólahugni : Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 23 november,

Vegna nevndina Hallur Thomsen, formaður


0 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page