Nú fyrsta rehabiliteringsskeiðið á Klaksvíkar sjúkrahúsi er farið framvið, kann sigast, afturmeldingarnar hava verið góðar.
Vit vilja tí boða frá, at næsta skeiðið byrjar 21. mars 2022. Tó ætlar rehabiliteringstoymið at gera onkra justering í skeiðinum!
Tey, ið ynskja eitt rehabiliteringsskeið, kunnu fáa sín kommunulækna ella Morten Blinkenberg, neurologur á LS, at senda eina ávísing til Klaksvíkar sjúkrahús.
Melinda Magyari, neurologur í sclerosu, er í Klaksvík 10., 11., og 12. januar.
Her verður møguligt at koma til eina viðtalu hjá Melindu og umrøða eitt rehabiliteringsskeið og hvat ein hevur tørv á.
Tó má ein ávísing fyriliggja áðrenn 10. januar.
Comments