top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Neurologisk liðvenjing

Venjingartilboð komið frá NB fysioterapi


“Vit byrja eitt nýtt venjingartilboð, ið er ætlað fólki við neurologiskari sjúku. Vit fara at skipa hetta venjingartilboð sum liðvenjing, og ætlanin er at hava tvey ymisk lið, har luttakarar vera deildir út á annað liðið, alt eftir hvørjar kropsligar førleikar viðkomandi hevur. Við at gera tveir bólkar, kunnu vit betri venja fólk á teirra kropsliga støði, og harvið fáa meir burturúr hvørjari venjing.

Vit bjóða fólki úr ymsum diagnosubólkunum, ið grovum trekkum hava tørv á somu, ella líknandi venjing.


Vit bjóða limum úr:


  • Parkinsonfelagið

  • CP Føroyar

  • Sclerosufelagið

  • Heilafelagið


Vónandi taka limir tykkara væl ímóti venjingartilboðnum.


  • Staðseting

    • Í klinikk okkara á Niels Finsensgøta 8, 100 Tórshavn

  • Byrjan

    • Liðvenjingin byrjar í viku 8, og hvørt venjingarskeið varar í 4 vikur.

  • Kostnaður

    • Prísir svarandi til sáttmálan hjá Fysioterapeutfelag føroya og Heilsutrygd

  • Tilmelding

    • Skriva teldupost til nb@nb.fo


Vinarliga Niklas Reginsson Fysioterapeutur”


24 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page