top of page
  • Writer's pictureSclerosu felagið

Lýsingarfilm

Sclerosufelagið fer at gera ein stuttan Gev gætur film (1 minutt) fyri at varpa ljós á felagið og sjúkuna. Raclip fer at standa fyri filmsupptøkunum.


Filmsupptøkurnar byrja longu í dag mándagin 25/4 til flaggdagsrenningina. Felagið vónar at tá fáa onkrar ordiliga góðar myndir av sclerosuraktum og avvarðandi.


Filmsmyndirnar, sum hugsað verður um at fáa í dag til flaggsdagsrenningina, eru:


- Limir (helst nøkur av teimum somu sum eru í byrjanini av filminum) gera tjaldið klárt, kanska seta eitt skelti upp.

- Limir býta nummur og blusur út til rennarar

- Limir sum standa og práta saman (helst eisini avvarðandi um tað ber til)

- ENDAMYND: har allir limir standa saman og hyggja í kamera (Hendan verður filmað áðrenn renningin byrjar, verður filmað umleið klokkan 15.45)


Gott er um so nógvir sclerosulimir sum gjørligt kunnu møta til felagsmyndaupptøkuna klokkan 15.45.


55 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page