Sclerosufelagið vil við hesum bjóða til jólahugna sunnudagin 24. november kl 14.
Freistin at melda seg til hósdagin 21. november kl 12.00
Í ár verður jólahugnin hjá felagnum hildin á Hotel Hafnia.
Vit fara at hugna okkum við Lusiagongu, søgu, sangi og lutaseðlum.
Á matskránni fara vit at fáa dunnulær og skrædda dunnu við svisku- og súreplakompotti, heimagjørdum reyttkáli, brúnum eplum, rómaeplum og sós.
Omaná verður mandlurís við karamellsós, kirsuberjasós og saltaðum mandlum.
Til børnini verður kjøtfrikadellur, kips, grønmetisstavar og ketsjupp.
Omaná fáa tey smarties-ís.
Við vón um góða undirtøku, heita á tykkum boða frá luttøku.
Við jólaheilsu,
Nevndin í Sclerosufelagnum
Comments