Tann árligi jólahugnin hjá Sclerosufelagnum varð í ár hildin á hotel Hilton. Umleið 130 fólk høvdu melda seg til.
At eta fingu vit Braisseraðir oksakjálkar við Pommes Anna, Tomat, Sellaripuré og sós við reyðrót. Omaná var Mandlurís við kirsuberja- og karamellsós. Børnini fingu barnaburgara og ís omaná.
Lutaðseðlar vóru drignir og har vóru um 50 vinningar, sum vóru lutaðir millum gestirnar.
Eisini kom jólamaðurin at vitja og hevði pakkar við til børnini.
Vinnarin av veðrakrovinum bleiv drigin og hepni vinnarin hevur fingið boð 😊 Nummari á seðlinum var K6983.
Vit takka fyri allan stuðulin vit hava fingið 😊
Sclerosufelagið vil ynskja øllum limum og avvarðandi eini gleðilig jól 🎅 og eitt gott nýggj ár 🎆
留言