top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Jólahugnin 2023 26. november kl. 14.00

Updated: Nov 6, 2023

Kæru limir,


Sclerosufelagið vil við hesum bjóða til jólahugna tann 26. november kl. 14.00 á Hotel Hilton.


Í ár hevur Sclerosufelagið valt at hava jólahugnan á Hotel Hilton á Staravegi 13 í Tórshavn.


Vit fara at hugna okkum við søgu, Lusiagongu, sangi og lutaseðlum.

Eisini verður drigið um hvør hevur vunni veðrakrovið. (Sí leinkju)


Tað vit fáa at eta verður:

  • Braisseraðir oksakjálkar við Pommes Anna, Tomat, Sellaripuré og sós við reyðrót.

  • Til Børnini: barnaburgara við ís omaná.

  • Omaná verður Mandlurís við kirsuberja- og/ella karamellsós


Eisini vænta vit, at jólamaðurin finnur veg á hotellið.


Við vón um góða undirtøku.


Sísta freist at melda seg til er 23. november.



139 views0 comments

Comments


bottom of page