Kæru limir,
Sclerosufelagið vil við hesum bjóða til jólahugna tann 4 desembur kl 14.
Í ár verður jólahugnin hjá felagnum hildin á Hotel Hafnia.
Vit fara at hugna okkum við Lusiagongu, sangi og lutaseðlum.
Á mátskránni verður dunnulær og lambsbógvur við svisku/súreplakompotti, heimagjørdum reyttkáli, brúnum eplum, rómaeplum og sós.
Omaná verður mandlurís við karamellsós, kirsuberjasós og saltaðum mandlum.
Børnini fáa frikadellur og ís omaná
Tann væl umtókti bólkurin Sway kemur at syngja fyri okkum og eisini vænta vit, at jólamaðurin finnur veg við pakkum til børnini.
Við vón um góða undirtøku, heita á tykkum boða frá luttøku antin á heimasíðuni ella við at ringja 59 87 83.
Við jólaheilsu,
Nevndin í Sclerosufelagnum
Comments