Mong fólk vóru savnaði til tann árliga jólahugnan hjá Sclerosufelagnum, sum í ár var hildin á Hotel Hilton.
Borðreitt var við langtíðarstoktum oksakjálkum, blandaðum grønmeti við vinaigrette og reyðvíns sós.
Omaná var mandlurís við kirsjuberja sós
Eftir tað bleiv søgan um Kavagentuna lisin. Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein spældu nøkur løg fyri okkum. Øll høvdu fingið hvør sín lutaseðil og vórðu vinningar handaðir út.
Jólamaðurin kom eisini á vitjan og gav børnunum jólapakkar.
Sclerosufelagið ynskir limum og avvarðandi eini gleðilig jól!
Comments